Eru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði?
Ella kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið.
Kom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er
Vitlíki, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur.
Á skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um, hvat vitlíki er, og hvat tað kann brúkast til.
Vit leggja serliga dent á ChatGPT
Skeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí.
Brellbitar úr skránni:
✅ Um vitlíki
✅ ChatGPT
✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google)
✅ Microsoft Copilot
✅ Lóggáva
✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda
“Um tú ikki fylgir við tøknini, so er skjótt at blíva erstattaður, við onkran sum brúkar tað”
Matilda Hanusardóttir, Norðvask
“Eg havi nú eitt betur yvilit yvir vitlikismøguleikar, sum eg kann brúka her og nú. Eg havi eisini eina mynd av, hvar vitlíkið er á veg til.”
Ása Andreasen, Barnaverndartænastan
“Stórsta Aha upplivingin hjá mær var hvussu nógv AI longu er runt um okkum, sum eg ikki havi hugsa er AI. Og so allir teir óendaligu møguleikarnir sum eru. Hvussu nógv meira effektivt, summar arbeiðsuppgávur kunnu gerast.”
Luttakari mai 2025
Kom á skeið og lær eina rúgvu um, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.
You may also like the following events from Synergi.fo: